Týskt
Í samband við broyting í kunngerð um upptøku til miðnámsútbúgvingar var kunngjørt, at týskt verður kravt fyri upptøku á búðskaparbreyt, hugbreyt og fyrireikingarbreyt frá 2022. Gjørt verður vart við í skrivi frá Mentamálaráðnum, at hendan treyt IKKI er galdandi fyri teir næmingar, ið byrja í 8. flokki skúlaárið 2019/20. Sí niðanfyri.
Til skúlarnar við framhaldsdeild:
Vísandi til skrivið, ið var lagt út her í gjár, hevur Mentamálaráðið heitt á Undirvísingarstýrið at senda tykkum hesa fráboðan.
Í kunngerð nr. 120 frá 19. juli 2019 um broyting í kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar hevur landsstýriskvinnan ásett, at 2 ára royndarfyrireikandi undirvísing í týskum verður upptøkukrav til búskaparbreytina, hugbreytina og fyrireikingarbreytina.
Sambært § 2 í broytingarkunngerðini er henda broyting galdandi fyri umsøkjarar, ið søkja um upptøku at byrja útbúgvingina í august 2022 og seinni.
Mentamálaráðið skal boða frá, at broytingin verður sett í verk á tann hátt, at broytingin ikki rakar teir næmingar, ið eru byrjaðir í 8. flokki hetta skúlaárið. Eisini, hóast hesir næmingar søkja á miðnám í 2022 ella seinni.
Ein skiftisskipan verður gjørd, soleiðis at broytingin fyrstani verður galdandi fyri næmingar, sum byrja í 8. flokki komandi skúlaár.
Broytingin viðv. týskum sum upptøkukrav á miðnámi umfatar sostatt ikki teir næmingar, sum í gjár byrjaðu í 8. flokki. Tað er ikki krav, at teir skulu velja týskt fyri at sleppa inn á búskapar-, hug- ella fyrireikingarbreytina í august 2022 ella seinni.
Vinarliga
Leivur Vitalis
Varastjóri, Á Skúlatrøð
Tlf.: +298-780206