Flokkar
Støddfrøði

Skilja knappar:

Knappar eru hóskandi tilfar at skilja. Børnini kunnu bólka knapparnar eftir, t.d stødd, skap, litur og tal av holum.

 

At skilja legokubbar:

Gev børnunum eina rúgvu av legokubbum í ymsum litum, men helst við somu stødd. So skulu tey skilja kubbarnar eftir liti, finna talið á hvørjum liti og gera stabbamynd. Tað kunnu tey gera ítøkiliga við kubbunum og síðan skrivliga í kladduheftinum.

 

 

 

 

Her er tað eitt gott hugskot, at fara út í góðveðrinum, at telja bilar, og bólka teir í litir

Eitt annað hugskot er at ganga tykkum ein túr og savna ymiskt tilfar úr náttúruni. Tá tit so koma heim, kunnu tit seta tykkum at bólka hesi tingini eftir stødd.