Niðanfyri hava tit eina grein, sum kann brúkast til stílin, ið skal latast inn fríggjadagin 15. januar. Tit eru vælkomin at velja eina aðra grein, sum tit halda er áhugaverd.
Fríggjadagur 3. apríl.
Hesa vikuna hava vit arbeitt við ævintýrinum Snjóhvíta.
Vit vita nú, at:
Og :)
Vanligt er at býta ævintýr sundur í bólkarnar skemtiævintýr og gandaævintýr.
Søgugongdin í ævintýrum er eyðkend av mynstrinum heima – úti – heima. Høvuðspersónurin er ofta ein hetja, sum skal vinna á nøkrum forðingum og klára nakrar royndir, sum t.d. at bjarga eini prinsessu, og sum løn fyri stríðið vinnur hetjan prinsessuna og hálvt kongaríki.
Les allan hendan tekstin omanfyri og les aftur tekstin um sagnirnar. Ger tær greitt, hvat eyðkennir tekstasløgini søgn og ævintýr. So kanst tú fara í páskafrí.
Send mær eina heilsan á Messenger, tá ið uppgávan er gjørt - kanska eitt smiley ella, hvussu tað gongur. Gleði meg at hoyra frá tykkum :) ...og gleði meg at svara tykkum.
Týsdagur 31. mars.
Í gjár lurtaði tú eftir ævintýrinum um Snjóhvítu. Skriva í dag ein samandrátt av ævintýrinum. Tað skal ikki vera ov langt, men innihalda tað, sum hevur týdning fyri at vita, hvat hendir.
Fyrst fara vit at hugsavna okkum um ævintýr. Les skjalið niðanfyri "Skaldskapur av mannamunni" - bara tað, sum stendur um ævintýr. Svara síðani hesum spurningum og skriva í sama skriviheftið:
Mánadagur 30. mars.
Í farnu viku arbeiddu vit við søgnini Kópakonan. So, nú vita vit, at
Minnis til hetta!
Tí hesa vikuna fara vit til ævintýrið, sum fyri ein part er skaldskapur av mannamunni. T.d. Snjóhvíta, sum tit skulu lurta eftir í dag: Finn Sjóhvítu her.
Ger tað til eina huganliga løtu at lurta :) Hoyrast í morgin.
Fríggjadagur 25. mars.
Um tú ivast í sagnum, tú kennir ella ikki, kanst tú leita her: https://snar.fo/sagnir/. Trýst á eitt býar-/bygdanavn, so koma fleiri dømi. Brúka sama skriviheftið allar dagarnar, so alt er samlað, tá ið vit møtast aftur.
Týsdagur 24. mars.
Hygg eftir hesum stuttfilminum og samanber søgn og stuttfilm. Skriva einar átta setningar um tað, sum tú leggur merki til. Brúka sama skriviheftið allar dagarnar, so alt er samlað.
Stuttfilmur her: https://www.youtube.com/watch?v=gbvJgIoqnfg
Mánadagur 23. mars.
Les søgnina kópakonan: https://snar.fo/sagnir/mikladalur/kopakonan/
Ger ein samandrátt í skriviheftið. Brúka sama skriviheftið allar dagarnar, so alt er samlað.
Fríggjadagin 20. mars.
Fá tær skriviheftið og blýant :) Fyrst fara vit at hugsavna okkum um sagnir. Les skjalið niðanfyri "Skaldskapur av mannamunni" - bara tað, sum stendur um skaldskap av mannamunni og sagnir. Svara hesum spurningum í heftið:
Skriva ein samanhangandi tekst, har tú nevnir hetta:
Her eru dømi um bókaummæli í STROK.
Her er dømi um bókaummæli úr Norðlýsinum.
11. oktober lata tit stíl inn. Tit arbeiða tykkum gjøgnum punktini í greiningarfrymlinum og skriva eini 3000 – 3700 tekn við millumrúmum. Um tað er longri, er tað í lagi.
Yvirskrift er stødd 16 og restin er stødd 12. Minnis til at hava 1 1/2 millum reglurnar.
Dømi um ummæli av bókini Gloymdur er her: Gloymdur
Góðan arbeiðshug og eg gleði meg at lesa.