Næmingar skriva
Næmingar skriva

Mín ræðusøga


Tað er ein heilt vanligur týsdagur úti í Fugloy. Kára er farin í skúla, hon hevur nógvar tímar í dag. Tað heldur Kára vera keðiligt. Tá hon endiliga var liðug í skúlanum og skuldi skunda sær út, so hon slapp við bilinum hjá Leivi, var hon ov sein, tí Leivur var farin til Kirkju undan henni. Nú var ringt lag á Káru, tí tað byrjaði at skýma. Henni dámdi einki at ganga einsamøll, tí hon visti, at tarvurin gekk á bønum.


Omman hevði fortalt um ein tarv, sum hevði stangað ein mann, sum gekk ov nær við tarvin. Hann kom so álvarsliga til skaða, at hann misti annað beinið. Tí torir Kára ikka at ganga heim til Kirkju. Hon hevði onga telefon, so hon kundi ikki siga frá, at Leivur hevði gloymt hana, so hon var noydd at ganga til Kirkju. Hon knappaði jakkan og koyrdi húgvuna á høvdið og hopaði, at einki ræðuligt fór at henda og fór so til gongu.


Tá hon hevði gingið eina løtu, byrjaði hon at syngja, “Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn....”, fyri at hugsa um okkurt annað. Nú var hon komin hálvan vegin og sá tarvin. Hann hevði stór horn, hann var svartur og hevði ein ring í nøsini. Hon stóð har so hjálparleys og visti ikki, hvat hon skuldi gera annað, enn at standa har so pinnastill. Løtu seinni bar hon eygað við eitt litið hol undir tí lítlu smáttuni tætt við tarvin.


Hon hugdi at tarvinum og bíðaði, inntil hann hugdi burtur, og so rann hon so skjótt, sum hon kundi inn í tað lítla holið. Tá hon var komin inn í holið, bankaði hjartað í henni so hart sum ongantíð fyrr. Hon var bangin og køld og vildi heim til mammu sína. Nú var tað bølamyrkt, og tað fór at regna. Hon hugdi út og sá tarvin. Hon visti ikki, um hon skuldi fara ella bíða alla náttina. Tá hon hevði hugsað seg væl um, avgjørdi hon, at hon fór ikki at verða her í kulda alla nátt, nei, tað fór hon ikki. Hon ætlaði at ganga forbí tarvin, tann svarta, stóra og sterka tarvin. Hon hugdi at honum einaferð afturat, og so grulvaði hon upp úr holinum.

Hon bleiv vát av tí váta mosanum, men tað legði hon einki í, tí nú var tað umráðandi at sleppa burtur hiðani. Hon grulvaði víðari, so steðgaði hon beint, tá tað bleiv sooooo spennandi. Hon sá okkurt á hálsinum hjá tarvinum, okkurt svart, tað líktist eini reim. Reimin sá ræðuliga stramm út. Hon ætlaði bara at fara víðari, men abbin hjá Káru hevði fortalt henni, at djór liva á somu jørð sum vit, og vit mugu ansa eftir teimum og hjálpa teimum, um tey pínast, men um vit einki kunnu gera, so mugu vit drepa tey. So hon valdi at fylgja abbasa ráðum og gekk varliga ímóti tarvinum. Hann físti og ristist, men einki steðgaði tí djørvu Káru.

Hon gongur víðari stillisliga, og tá hon er komin so nær, at hon nemur við tarvin, følir hon, at alt tað við at vera bangin er bara burtur. Hon leitar eftir spenninum á reimini, men hon finnur einki spenni. Tað er burtur. Hon hyggur rundan um seg at vita, um okkurt kvast er at finna. Hon sær eitt petti av einum glasi við ta lítlu smáttuna. Hon kvikar sær eftir tí, hon sker seg, men hon rennur víðari til tarvin og sker reimina. Tarvurin var glaður.

Tá Kára kom heim, var øll familjan savnað har. Tey vóru glað at síggja Káru og høvdu so nógv at spyrja um, men nú má hon í song. Tey reinsaðu sárið og koyrdu plástur á hondina, og so fortaldi mamman eina søgu. So sovnaði Kára.


Durita M. Askham
5.d