Flokkar
Enskt - uppgávur heima

Fríggjadagur 3. apríl.

Topic Book: Les og/ella lurta eftir seinna partinum av "Death by Scrabble" s. 70-71. Finn tær 10 reglur at umseta og les tær eisini hart. 

Task Book: Svara spurningunum á s. 66. Brúka tað sama skriviheftið.

Nú eru vit komin ígjøgnum evnið "Fear Factor". Eftir páskafrítíðina arbeiða vit við framløgum um evnið. Tað koma vit aftur til :) Eg ynski tykkum einar góðar páskir!

Týsdagur 31. mars.

Topic Book: Les og/ella lurta eftir fyrra partinum av "Death by Scrabble" s. 70-71. Finn tær 10 reglur at umseta og les tær eisini hart. Hoyrast í morgin :) 

Mánadagur 30. mars.

Topic Book: Les ella lurta eftir tekstinum "Face your Fear" s. 68-69. Finn tær 10 reglur at umseta og les tær eisini hart. 

Task Book: Mánadagin skrivaði tú á ensum í skriviheftið, hvat tú ert bangin fyri, og hvat tú gert fyri at vinna á óttanum. Les í dag tey trý brøvini á s. 64-65 í Task Book. Vel tær eitt av brøvunum og ráðgev tí, sum skrivar, við eini 40-50 orðum í sama skrivihefti, hvat tey kunnu gera.

Fríggjadagin 26. mars.

Eg vóni, at tit hava tað gott. Tit eru vælkomin at skriva til mín á office ella á Messenger. Eisini ber til at senda mær mynd (ella stuttfilm) av tí, tit gera í ensum ella kristni heima. Í dag er uppgávan:

Topic Book: Les ella lurta eftir tekstinum "The Blair Witch Project" s. 66-67. Finn tær 10 reglur at umseta og les tær eisini hart fyri onkrum. 

Task Book: Nú hevur tú lisið ella lurta eftir søguni "The Blair Witch Project". Svara hesum spurningi á s. 62 í skiviheftið:

  • Do you think it is a true story?
  • Write down two arguments for and two against the story being true. 


Brúka sama skrifiheftið, so alt er samlað, tá ið vit møtast aftur.

Týsdagur 24. mars

Ger s. 22-23 í mállæruni og rætta síðani eftir svarlistanum: https://books.google.dk/books?printsec=frontcover&id=bc73Wj0s858C#v=onepage&q&f=false

Mánadagur 23. mars

Topic Book: Les ella lurta eftir tekstinum "The Blair Witch Project" s. 64-65. Finn tær 10 reglur at umseta og les tær eisini hart. 

Task Book: Ger uppgávuna "When Fear Strikes" s. 64. Skriva í skriviheftið á ensum, hvat tú ert bangin fyri, og hvat tú gert fyri at vinna á óttanum. Brúka sama skrivihefti hvønn dag.