Vælkomin í skúla
Flokslærarar í 1.a eru Gunnvá Dragaberg og Sonja úr Fugloy
Gunnvá undirvísir í støddfrøði, kristni, heimstaðarlæru, ítrótti og evning.
Sonja undirvísir í føroyskum.
Umframt hetta, koma vit at vera tvílærari hjá hvørji aðrari, tí 7 tímar um vikuna eru vit tveir lærarar í flokkinum.
Hava tit spurningar um eitthvørt, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum. Tit kunnu ringja ímillum kl. 8 og 16, hava tit átrokandi boð eftir hetta, kunnu tit senda okkum eini sms-boð ella teldupost. Sonja tlf. 287172 og Gunnvá tlf. 220099.