Góðu foreldur!
Tað eru alt ov nógvir næmingar, sum koma ov seint í skúla.
Undirvísingin byrjar kl 8.00, og tað órógvar illa, at næmingar koma ov seint.
Vinaliga fáið hetta í rættlag.
1.b | Mánadagur | Týsdagur | Mikudagur | Hósdagur | Fríggjadagur |
---|---|---|---|---|---|
08:00 - 08:45 | Føroyskt | Føroyskt | Støddfrøði | Støddfrøði | Kristni |
08:45 - 09:20 | Føroyskt | Føroyskt | Støddfrøði | Støddfrøði | Føroyskt |
09:45 - 10:30 | Støddfrøði | Ítrótt | Føroyskt | Føroyskt | Støddfrøði |
10:30 - 11:15 | Støddfrøði | Ítrótt | Føroyskt | Føroyskt | Føroyskt |
11:15 - 11:35 | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur |
11:45 - 12:30 | Evning | Føroyskt | Heimstaðarlæra | ||
12:30 - 13:15 | Kór |
Sigrid Arge: føroyskt og evning
Jákup Mikkelsen: støddfrøði, heimstaðarlæra og tvílærari í føroyskum.
Jórun Høgnessen: kristni og tvílærari í støddfrøði.
Petur Páll Mikkelsen, Gunnvá Dragaberg, Petra Sjóstein og Jákup Jacobsen: ítróttur
Er barn tykkara er sjúkt, skal tað fráboðast. Tit kunnu senda okkum sms ella lata barnið hava seðil við, tá ið tað kemur aftur í skúla. Um vit ikki fáa boð, verður tað frámerkt í fráverubókina sum "uttan loyvi".
Um tit ynskja at biðja um frí í ein ella tveir dagar, kunnu tit fáa loyvi frá flokslærarunum frammanundan.
Ynskja tit fríloyvi til barnið í meira enn tveir dagar, mugu tit skriva teldupost til Skúlatrøð. Teldupostadressan er: skulatrod@skulin.fo
Vinaliga latið børnini møta til tíðina. Tað órógvar sera nógv, tá næmingar koma ov seint. Kemur næmingurin ov seint, verður tað viðmerkt í fráverubókina.