Flokkar
1. D

Skiftiklæðir

Á foreldrafundinum 10 september kom fram, at tað var gott, um børnini høvdu eitt sett av skiftiklæðum í taskuni. Kanska tunn og løtt klæðir, sum ikki fylla alt ov nógv í taskuni. 

Hósdag hevur 1.d rampuna í skúlagarðinum, og tá er ofta, at børnini verða vát, og tí er gott við skiftiklæðum.

Vika 39 - 2020

  • Mánadagur
    21. september
    Føðingardagur
    Eiden bjóðar øllum flokkinum í føðingardag í dag eftir skúlatíð og til kl. 16. Børnini verða avheintaði í skúlanum.
    Øll hava fingið eitt føðingardagskort í postmappuna.
    Støddfrøđi
    Í skúlanum: Nýtt evni, at máta.
    Heima: Onki fyri
    Føroyskt
    Í skúlanum: Vit lesa og byrja upp á bókstavin Bb.
    Heima: Lesið s. 12 og 14 í lesibókini. Tosið um myndirnar, Ljóðið bókstavirnar fyri børnunum og peikið undir orðini ímeðan tit lesa. Lesið 3 ferðir.
  • Týsdagur
    22. september
    Føroyskt
    Heima: Hyggið eftir, at síðurnar til og við s.25 í arbeiðsbókini eru lidnar til í dag.
    Í skúlanum: Vit arbeiða víðari við Bb, gera s. 26-27 í arbeiðsbókini. Og fáa fyri at lesa.
    Ítróttur
    Vit eru í batmintonhøllini.
    Støddfrøði
    Heima: s. 20,21,23,24 og 25 skulu vera lidnar til í dag (Vit goyma s.22 til eina aðru ferð).
    Í skúlanum: S. 28-30.
  • Mikudagur
    23. september
    Støddfrøði
    Heima: s. 29-30 skulu vera lidnar til í dag.
    Í skúlanum: s. 31 og 32
    Heimstaðarlæra
    Evni: Heyst
  • Hósdagur
    24. september
    Rampan
    Vit hava rampuna 1. fríkorter. Minnist til skiftiklæðir.
    Støddfrøði
    Heima: s. 31-32 skulu vera lidnar til í dag.
    Í skúlanum: s. 33 og 34
  • Fríggjadagur
    25. september

Vælkomin í skúla

Tímatalvan hjá 1.D

1.D Mánadagur Týsdagur Mikudagur Hósdagur Fríggjadagur
08:00 - 08:45  Føroyskt føroyskt  heimstaðarlæra  føroyskt  føroyskt 
08:45 - 09:20  Føroyskt  føroyskt  støddfrøði føroyskt  føroyskt 
09:45 - 10:30  støddfrøði  Ítrótt  føroyskt  føroyskt  støddfrøði
10:30 - 11:15 støddfrøði  Ítrótt   føroyskt støddfrøði  støddfrøði 
11:15 - 11:35  Matarsteðgur Matarsteðgur  Matarsteðgur  Matarsteðgur Matarsteðgur
11:45 - 12:30   Støddfrøði  Kristni  Evning   
12:30 - 13:15          
13:25 - 14:10           
14:10 - 14:55           

 




 

Flokslærarar Maria og Petra

Maria Isaksen, tlf 258647: føroyskt, kristni, evning og tvílærari í støddfrøði

Petra Sjóstein, tlf 262396: støddfrøði, heimstaðarlæra og tvílærari í føroyskum.

Petur Páll Mikkelsen, Gunnvá Dragaberg, Petra Sjóstein og Jákup Jacobsen: ítróttur

Pennahúsin

Minnist til at kanna um alt er í pennahúsanum.

Blýantar (í minsta lagi tveir), viskileður, spískari, træ litblýantar, límstift og saksur.

Frávera og uppmøting


Er barn tykkara sjúkt, skal tað boðast frá. Tit kunnu senda okkum eini smsbođ ella lata barnið hava seðil við, tá ið tað kemur í skúla aftur. Um vit ikki fáa boð, verður tað frámerkt sum "uttan loyvi".

Ynskja tit at biðja um frí í ein ella tveir dagar, kunnu tit fáa loyvi frá flokslærarunum.

Ynskja tit fríloyvi til barnið í meira enn tveir dagar, mugu tit skriva teldupost til Skúlatrøð, sum er: skulatrod@skulin.fo

 

Møtið til tíðina


Vinaliga latið børnini møta til tíðina. Tað órógvar sera nógv, tá næmingar koma ov seint. Kemur næmingurin ov seint, verður tað viðmerkt í fráverubókina.