Flokkar
Kunning

Ítróttur

Lið 1: Íðunn, Bjarta, Joan, Armgarð, Anna

Lið 2: Olivia, Skyler, Sólfríð, Kariann, Debora, Delaila

Lið 3: Markus, Símeon, Ásmund, Jákup, Aksel, Jónatan

Lið 4: Áron, Jákup Pætur, Boas, Bartal, Villiam, Sámuel

 

Støddfrøði:

Skygni 1a - vit fara at brúka bókina Skygni 1a (er ikki komin enn) - hon kemur at vera í taskuni, soleiðis, at um man ikki verður liðugur í skúlanum, so ger man restina heima. Tit mugu hyggja hvønn dag, um barnið er komið so langt, sum tað skal. Um tað stendur í vikuætlanini, at vit t.d. rokna s. 4 og 5 fríggjadag, so meinast tað við, at tey hava gjørt fram til s. 4 (altso s. 3 skal vera liðug heima), og IKKI, at tey skulu gera s. 4-5 heima til fríggjadag. Spyrjið endiliga! 

Brúna heftið - tey hava fingið eitt brúnt roknihefti frá mær, sum vit skriva tøl í - bara venjing. Hetta kemur at liggja í skuffuni í skúlanum. Er tað soleiðis, at onkur hevur brúk fyri at taka tað heim við, so skal eg nokk siga tað við tykkum persónliga.

Svarta mappa - tey hava fingið eina svarta mappu, sum kemur at liggja í skuffuni í skúlanum. Har fara ymisk pappír í, sum vit rokna.

 

Heimstaðarlæra

Grindalokkurin - vit hava eina bók, sum eitur Grindalokkurin. Hon kemur at liggja á hillini í skúlanum. Í hesari bókini eru bara myndir, sum leggja upp til eitt gott prát. 

Til bókina hoyrir eisini ein arbeiðsbók, hana fáa tey heim við, tá tey mangla at gera okkurt, so hyggið eftir tí! Annars liggur hon í skuffuni í skúlanum.

 

Kristni 

Vinir mínir og eg  - hendan bókin kemur eisini at liggja á hillini í skúlanum. Ein loggbók hoyrir til, sum vit fara at gera ymiskt í. Sami leistur sum við heimstaðarlæru, eru tey ikki liðug í skúlanum, so fáa tey bókina heim við.

 

Evning

Vit fara at byrja við at læra okkum at tekna ymiskt og klippa/líma.

  

GG. Allar bøkur liggja á netinum, so um tit eru áhugaði, farið so inn á snar.fo ella googla :) Tit eru eisini meir enn vælkomin at skriva til mín, um tit vilja hava skuffubøkurnar heim við. Tað er bara fyri at lætta um hjá børnunum, at man ikki gevur teimum allar bøkurnar heim við.