Føroyskt
Í føroyskum nýta vit tilfarið Súlan. Vit hava eina Súlan (bókstava- og ljóðbók), Arbeiðsbók 1 og Vit skriva. Bøkurnar liggja á netinum: https://snar.fo/fo/folkaskuli/foeroyskt/utgavuheimar/sulan-2
Í bókstava- og ljóðbókini eru bókstavasíður við sangum og stuttum tekstum. Feilur var í prentingini og tí er bókin ikki komin enn, eg havi tí hesar síðurnar á talvuni í undirvísingini. Vit leggja út við at syngja eina sang og leita síðan eftir bókstavum í tekstinum og síðan tosa vit eisini um tekstsíðuna.
Í arbeiðsbókini eru ymsar uppgávur til bókstavirnar, vit gera hesar uppgávurnar í skúlanum. Um tey ikki verða liðug, fáa tey bókina heim við og gera uppgávurnar lidnar heima. Í Vit skriva læra tey seg at skriva bókstavirnar - bókin fer at liggja í skúlanum, men kemur heim onkuntíð, um tey mangla nakrar bókstavir at skriva.
Tá vit hava lært umleið fimm bókstavir, fara vit at byrja at lesa í stuttum lesibókum við løttum teksti.
Afturat hesum hava vit eitt blátt skrivihefti, har tey eisini fara at venja seg at skriva bókstavir, heftið fer at liggja í skúlanum. Eisini hava vit eina reyða mappu við eyka uppgávum, sum eisini fer at liggja í skúlanum.
Um tit hava spurningar eru tit vælkomin at spyrja.
Vinarliga
Maria Isaksen