Flokkar
- Føroyskt

Bókaummæli - vegleiðing

Lag: Másin sigur pli, pli, pli:

Altíð hevur altíð ð
Fingið hevur fingið ð
Lítið hevur lítið ð
Mikið hevur mikið ð
Nakað hevur nakað ð
Onki hevur onki ð
Tikið hevur tikið ð
Stuttligt er at duga tað
Ongantíð og onkuntíð, -tíð
Hava ð, tí tíð er tíð, tí!

JENS PAULI HEINESEN

var føddur í 1932 og vaks upp í Sandavági. Hann er læraralærdur, men gavst at arbeiða sum lærari í 1970. Síðan hevur hann starvast sum høvundur burturav. Jens Pauli er ein av okkara virknasta rithøvundum og hevur m.a. skrivað mong stuttsøgusøvn, skaldsøgur og sjónleikir. Sum høvundur fevnir hann víða og lýsir m.a. bygdasamfelagið og býin, listamannin og samfelagið, barnið og tess heim og kærleikans torgongdu leiðir. Hann hevur fingið nógvar virðislønir fyri sín skaldskap. Stuttsøgan Lítli Frants Vilhelm stendur í savninum „Gesti,“ sum kom út í 1967.

Uppseting av stíli (framseting)


Skriva við ”Times New Roman”
Yvirskrift við stødd 16, og tekstin annars við stødd 12
Reglumillumrúm 1.5
Reglubrot skulu vísast við dupultum regluskifti
Breddin skal vera líka í høgru og vinstru síðu