Bókahillin

Hvat gert tú, tá ið fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær? Tú hugsar kanska sum Pax: hygg her, eg eri 16 ár, ókey, chill, men tá tú veruliga, veruliga hevur fingið nokk av bullshitinum? Hvat tá?

Nýggja uppruna føroyska bókin stendur á bókasavninum og bíðar eftir tær. 

Vit hava biðið Rakul, sum gongur í 9. flokki, ummæla:

Sum rótskot, sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað, er um tvær vinkonur, Fríða og Miriam, ið vilja broyta heimin. Tær eru troyttar av at síggja, hvussu tey, ið hava ávirkan, siga, at tey fara at taka fleiri grønar avgerðir, men venda bara bakið til og halda fram við at dálka.

Sjálvt um bókin roynir at lýsa avbjóðingar við veðurlagsbroytingum, so hevur hon eisini bæði romantik og sorg, ið geva lesaranum ein gott bland av undirhaldi og ger bókina viðkomandi.

Eg haldi, at bókin leggur dent á, at vit ikki bara kunnu bíða og vóna, at alt tað, sum er galið við heiminum, fer at steðga. Um vit sum mannaætt vilja yvirliva, muga vit taka okkum saman og liva grønari.

Eisini dámar mær væl, at rithøvundurin við skrivingarlagi fylgir tíðini. Flestu føroyskar bøkur, eg lesi, brúka strævin og gomul orð, sum eg aldrin havi hoyrt fyrr. Tað er deiligt at síggja eina føroyska bók, sum ikki ger tað.

So, tú átti at lisið bókina Sum rótskot!