Nýggjar bøkur

Nýggjar bøkur

Vilt tú vita meir um gosfjøll, klókar fuglar, virus og mangt annað, og vilt tú lesa um, hvussu trupult tað onkuntíð kann vera millum vinir ella hvussu tað er at vera kvinnuligur forseti í Íslandi?
Kom so inn á bókasavnið og finn tað, tú leitar eftir. Vit hava júst fingið hesar nýggju góðu føroysku bøkurnar, sum kunnu siga tær nógv um hetta.

Dámar tær at loysa loyndarmál?

Dámar tær væl at vera detektivur og loysa gátur, so eru hesar bøkurnar júst nakað fyri teg. Tú kanst vera høvuðspersónurin og finna loysnirnar.

Kom og royn teg, tí hetta er spennandi!

Hesar bøkur eru nýggjar á bókasavninum

Jólini nærkast - eisini á Skúlatrøð

Jólini nærkast á bókasavninum. Nú eru jólabøkurnar setta fram, og næmingarnir kunnu so smátt koma í jólahýr við jólaligum lesnaði og jólaklippi.

Vit hava Mín jólabók í nýggjum og gomlum hami. Vit hava eisini jólaævintýr og smærri jólabøkur. Eisini hava vit onkrar ítrivsbøkur til jólaklipp. Vælkomin!

Hesar bøkur bíða eftir tær

Nú eru hesar bøkur settar fram og klárar at læna.
Her eru bæði til tey smáu og til tey ungu. Alt frá krimi, skaldsøgu, ungdómsrøð og stuttligum barnabókum.