Tiltøk á bókasavninum

Norðurlendsk bókasavnsvika 2020 -framhald

Í dag vóru 6. flokkarnir til upplestur á bókasavninum. Tey hoyrdu søguna um Sally Jones gorilluna, sum í hesi útgávuni verður kallað Drápsmansapan, tí hon er vinur við Chiefin, sum verður ákærdur fyri lógarbrot, men Sally veit betur. Hon má prógva sakloysið hjá Chiefinum. Góðar bøkur um menniskjaligu gorilluna Sally Jones.
Tað er gott at lesa og hoyra søgur.

Norðurlendsk bókasavnsvika 2020

Norðurlendsk bókasavnsvika 2020
Í dag 16. novembur var norðurlendskur bókasavnsdagur á Skúlatrøð.
Tað var 3. flokkur, sum kom at hoyra søguna og síggja myndirnar í bókini Øll telja við.

So lívsjáttandi at uppliva, hvussu vakin og forvitin børnini eru í hesum aldrinum. Tey løgdu merki til minstu smálutirnar á myndunum, so tað var rættiliga nógv at tosa um.

Hendan bókin er yðjandi full av fólki.

Tú kanst telja tey, fylgja teimum, dáma tey og leggja til merkis, hvussu søgur teirra flættast saman.

Her eru fleiri smá og stór loyndarmál at avdúka hjá einum, sum er forvitin og hevur gløgg eygu. Og hyggur tú ordiliga væl, finnur tú kanska teg sjálva/n,

Ein væleydnað vitjan av avbera fittum, vaknum og gløggum næmingum.