Námsferðin
3. gjaldið skal gjaldast í seinasta lagi 29.jan
Flytið 1500kr á kontonr. 9865 3147244
Minnist til at viðmerkja navnið á tykkara barni.
Hey tit
Tykkum kunnugt, so er námferð ein partur av árinum hjá 10. flokki í Valskúlanum. Vit hava gjørt av aftur at fara til L´Albir í Spaniu, har Sólorka hevur frálíkar umstøður at taka móti næmingum.
Fyrsta gjaldið er eitt depositum á 2500kr, sum skal gjaldast í seinasta lagi 28.septembur 2020. Hetta gjaldið er samstundis at rokna sum endalig tilmelding til námsferðina. Um onkur av onkrari orsøk ikki kemur við kortini, ber tíverri ikki til at fáa depositum endurgoldið (verður øll ferðin avlýst vegna koronu t.d., fáa tit sjálvandi eisini depositum endurgoldið). Tað er IKKI krav at koma við á námsferðina. Onnur undirvísing verður skipað í skúlanum til teirra, sum ikki koma við.
Tilsamans kemur námsferðin at kosta uml. 8.000kr. Tá er alt við -t.v.s. transport úr Klaksvík til hotellið og aftur, flogferð, hoteluppihald, matur og útferðir.
Soleiðis verður goldið:
Viðmerkið for- og eftirnavn á barni/næminginum.
Restupphæddina (uml. 5.500kr) býta vit í 3 partar:
(Tit fáa endaligu upphæddina til hesi næstu gjøldini, tá tær freistirnar nærkast)
Tit eru sjálvandi vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, um tit hava spurningar ella ivamál
Vinaliga
Dánjal (22 71 78), Hanna (59 53 76) og Assa (26 83 86)
P.S.: Á facebook hava vit stovnað ein bólk til tykkum foreldur. Har leggja vit eisini boð viðvíkjandi námsferðini og øðrum viðkomandi. Leitið eftir "foreldrabólkur Valskúlin 2020/21"
Nú er klárt at søkja inn, og freistin at søkja er 15.mars.
Tú kanst kikkja her: https://innskriving.fo/
Um tú hevur okkurt at spyrja um, kanst tú seta teg í samband við Tínu: 228777 ella Bergljót: 226979.
Vinarliga skúlavegleiðararnir
10. flokkur | Mánadagur | Týsdagur | Mikudagur | Hósdagur | Fríggjadagur |
---|---|---|---|---|---|
08:00 - 08:45 | Mál | Støddfr. | Mál | Støddfr. | Breytir |
08:45 - 09:30 | Mál | Støddfr. | Mál | Støddfr | Breytir |
09:45 - 10:30 | Mál | Mál | Mál | Mál | Breytir |
10:30 - 11:15 | Mál | Mál | Mál | Mál | Breytir |
11:15 - 11:30 | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur |
11:44 - 12:25 | Breytir | Breytir | Breytir | Breytir | Breytir |
12:25 - 13:15 | Breytir | Breytir | Breytir | Breytir | Breytir |
13:25 - 14:05 | Breytir | Breytir | |||
14:05 - 14:55 | Breytir | Breytir | |||