Barnatannrøkt

Barnatannrøktin

Barnatannarøktin ger eitt áhaldandi arbeiði fyri at upplýsa og ráðgeva foreldrum og næmingum um góða tannarøkt. “Reinar tenn - brenna ikki” er slagorðið.

Fyribyrgjandi arbeiði byrjar longu tá barnið er um hált annað ár. Barnið verður kannað og avvarðandi verða vegleidd í góðari tannrøkt. Víst verður á týdning, at børn tíðliga fáa góðan vana við at busta tenn. Børnini koma síðani til kanning á hvørjum ári.

Tá barnið byrjar í 1. flokki, heldur barnið fram í skipaninni. Næmingurin verður framhaldandi kannaður á hvørjum ári ella eftir tørvi. Allir næmingar í 5. flokki verða kannaðir av sertannlækna í tannrætting.

Tannrøktarar koma út í flokkarnar at undirvísa. Her verður t.d. ráðgivið í tannrøkt og heilsugóðum mati. Fyribyrgingin hevur veruliga givið úrslit og fleiri og fleiri næmingar fara úr skúlanum við tonnum, sum ongantíð hava verið viðgjørdar.