Próvtøkur/royndir

Mannagongd til skrivliga roynd og próvtøku

Til próvtøkur og skrivligar royndir er týdningarmikið, at næmingurin er væl úthvíldur, og hevur neyðug hjálpiamboð við. Eisini eggja vit til, at næmingurin hevur vatn og heilsugóðan matpakka við.

Her er frymilin til framseting í føroyskum, donskum og enskum

Vegleiðing til frymilin

Uppseting av framseting


Skriva við ”Times New Roman”
Yvirskrift við stødd 16, og tekstin annars við stødd 12
Reglumillumrúm 1.5
Reglubrot skulu vísast við dupultum regluskifti
Breddin skal vera líka í høgru og vinstru síðu
 

Stílalongd


Stílalongdirnar eru vegleiðandi. Avrikið verður fyrst og fremst mett eftir innihaldinum. 

Føroyskt og danskt:

8. fl. 3000 – 3700 tekn við millumrúmum
9. fl. 3700 – 4900 tekn við millumrúmum
10. fl. 4900 – 6100 tekn við millumrúmum

Enskt:

8. fl. 2400 – 3000 tekn við millumrúmum
9. fl. 2800 – 3700 tekn við millumrúmum
10. fl. 3700 – 6100 tekn við millumrúmum

Allir hjálparmiðlar eru loyvdir.
Gevið tykkum tíð at lesa stílin væl og virðiliga, so úrslitið gerst so gott sum gjørligt.
 

Støddfrøði (greiðslurokning)

Í greiðslurokning verða uppgávurnar loystar við hond. FirstClass eyðkenni skal tilskilast á øllum ørkunum, umframt at øll innlatin ørk skulu vera leypandi talmerkt.

Allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Tó er ikki loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði. 

 

Støddfrøði (fimisrokning)

Næmingurin hevur ikki loyvi til at brúka lummaroknara (heldur ikki roknara á teldu) ella avritingarforrit í fimisrokning.

 

Reglur


Skrivligar próvtøkur/royndir

Næmingar skulu møta 10 min. áðrenn royndin byrjar
Friður skal vera inni í royndarhølinum
Næmingar skulu ikki samskifta sínámillum í royndarhølinum
Tað er ikki loyvt at spæla spøl, hyggja at filmi, brúka tekniforrit og lurta eftir tónleiki á telduni
Tað er ikki loyvt hava fartelefonir, I-pod og líknandi við til roynd
Eftirlitsfólk skal fylgja við næmingi, um hann skal út úr próvtøkuhølinum, t. d. á vesi
Próvtøkutilfar kann ikki takast út úr próvtøkuhølinum, fyrr enn próvtøkan er liðug
Leistur til framseting og fyrisøgn liggur á heimasíðu skúlans
Í framseting og greiðslurokning kunnu næmingar fara, tá ið tveir tímar eru farnir
Áðrenn næmingurin fer úr próvtøkuhølinum, skal umsjónarfólk góðkenna og skjalfesta innlating
Um næmingur møtir ov seint til próvtøku, avger skúlastjórin um næmingurin fær atgongd til próvtøkuhølið
Um næmingur ikki heldur seg til galdandi reglur, tekur skúlastjórin avgerð um burturvísing