Landsroyndir

Landsroyndir

Á hvørjum ári fara 4. og 6. flokkarnir til landsroynd. Hetta er í lærugreinunum føroyskum,
støddfrøði og náttúru og tøkni.

Endamálið við landsroyndum er at tryggja skúlum, foreldrum, næmingum, lærarum og
myndugleikum innlit í fakliga støðið í fólkaskúlanum. Endamálið er eisini at geva lærarum
og skúlaleiðslu eitt amboð til miðvíst at laga undirvísingina til tørv og fortreytir hjá
einstaka næminginum.

Sí nærri um landsroyndir: Um Landsroyndir