Próvtalastigi

Hví nýggjan próvtalastiga?

Fleiri orsøkir eru til, at neyðugt er at seta í gildi nýggjan próvtalastiga. Ein er at tryggja, at føroysk próvtøl lættari kunnu samanlíknast við próvtølini í øðrum londum. Hetta ger tað lættari hjá føroyskum lesandi at verða tikin inn á útlendskar útbúgvingarstovnar og fáa føroysk og útlendsk próvtøl á sama prógv.

Eisini er lættari at umrokna próvtøl eftir ECTS-stiganum við at nýta 7-talastigan.

Staðið- ikki staðið

Eru krøv um at standa eina próvtøku, hevur næmingurin staðið próvtøkuna, um hann/hon hevur fingið próvtalið 02, 4, 7, 10 ella 12.

Næmingurin hevur ikki staðið próvtøkuna, um hann/hon hevur fingið próvtalið 00 ella -3. Próvtalið 02 er sostatt lagsta próvtalið fyri at  standa eina próvtøku.

Meting av próvtali

Eftir nýggja prótalastiganum, skal próvtalið fyri eitt próvtøkuavrik einans verða mett eftir avrikinum í mun til tey mál sum sett eru fyri lærugreinina/útbúgvingina. Treytin fyri at gera absolutta próvtøkumeting er, at nágreinilig mál og metingareyðkenni eru ásett fyri avrik í viðkomandi próvtøku. Nýggju námsætlaninar eru gjørdar eftir hesum leisti.

Próvtalsgevingin skal vera púra óheft av kunnleika til og samanlíkning við onnur próvtøkuavrik.

Lýsingin av próvtølunum í 7-talastiganum

Talmetið 12 verður givið fyri framúrskarandi avrikið, sum vísir uppfylling av málunum í lærugreinini, við ongum ella fáum týdningarleysum brekum.

Talmetið 10 verður givið fyri frálíka avrikið, sum sýnir víðfevnandi uppfylling av málunum í lærugreinini, við minni týðandi brekum.

Talmetið 7 verður givið fyri góða avrikið, sum sýnir uppfylling av málunum í lærugreinini, men við nøkrum brekum.

Talmetið 4 verður givið fyri javna avrikið, sum í minni mun sýnir uppfylling av málunum í lærugreinini, við nógvum týðandi brekum.

Talmetið 02 verður givið fyri nøktandi avrikið, sum sýnir minsta kravið, ið kann góðtakast, um uppfylling av málunum í lærugreinini.

Talmetið 00 verður givið fyri ónøktandi avrikið, sum ikki sýnir nøktandi uppfylling av málunum í lærugreinini, og sum ikki kann góðtakast.

Talmetið -3 verður givið fyri avrikið, sum als ikki kann góðtakast.

Samband millum 7-talastigan og ECTS-stigan

Próvtalið 12 á 7-talastiganum svarar til A á ECTS-stiganum

Próvtalið 10 á 7-talastiganum svarar til B á ECTS- stiganum

Próvtalið 7 á 7-talastiganum svarar til C á ECTS- stiganum

Próvtalið 4 á 7-talastiganum svarar til D á ECTS- stiganum

Próvtalið 02 á 7-talastiganum svarar til E á ECTS- stiganum

Próvtalið 00 á 7-talastiganum svarar til Fx á ECTS- stiganum

Próvtalið -3 á 7-talastiganum svarar til F á ECTS- stiganum