Jústabrekka

Námsfrøðingur Karl Martin Samuelsen

Lærari Anna Elisabeth Gøte

Lærari Durid Færø

Lærari Heini Ziska Dahl

 

Hey tit.

Nú fingu vit eina viku afturat heima. Og mugu vit royna at fáa tað besta burtur úr.

Eg havi sent eina kotu og brúkaranavn til office 365, ið næmingar brúka sum teldupostbústað. Við hesu kotu sleppa tit eisini inn á nakrar ibøkur inni á námi. Loyniorðið og brúkaranavnið eru privat, so goymið tey væl.

Eins og í skúlanum fara tit at arbeiða í ymiskum bókum. Tískil mugu tit leita undir tykkara navni. Tað kann eisini verða at okkurt er endurtøka, men tað verður betri, tá ið tit koma í skúlan aftur. 

Sum sagt so fara vit at nýta eina heimasíðu, ið eitur ibok.nam.fo. inni har liggja nógvar bøkur. Tit skulu nýta kotuna, ið eg sendi til foreldrini við sms fyri at rita tykkum inn.

 Tá ið tit koma inn er lættast hjá tykkum, um tit antin leita í leititeiginum ella velja at trýsta á tær tríggjar linjurnar ovast í vinstra horni. Tá koma tit inn á lærugreinar. Tað tekur eina løtu at læra seg at brúka hetta, men tit eru vælkomin at ringja ella sms til mín. tlf. 592394 

Vika 22 - 2020

  • Mánadagur
    25. mai
  • Týsdagur
    26. mai
  • Mikudagur
    27. mai
  • Hósdagur
    28. mai
  • Fríggjadagur
    29. mai

Myndirnar frá myndatøkuni eru klárar í apríl. Tit fáa tær, tá ið tit hava goldið. Peningurin skal flytast á konta: 9865-4120633. Viðmerk navn á næmingi.