Myndabókin

Útgivið tann: 10.mai 2017

Myndabókin

Útgivið tann: 10.mai 2017

Skrivað hevur: Gunrið Kallsberg

Tíðindabólkar: Bókahillin

"Tað er okkurt rættiliga løgið við ovastalofti" Soleiðis byrjar Myndabókin, sum snýr seg um Gilbert, sum býr einsamallur saman við mammu síni.

Pápin doyði í eini arbeiðsvanlukku, men Gilbert hevur ongantíð fingið at vita, hvat tað var, sum hendi, og hví pápin doyði.

Tað er líkasum, at ovastaloftið dregur hann og vil hava hann upp. Gilbert klárar ikki at standa ímóti og fer upp á loftið. Har er ein ketta, sum vísir honum á eina myndabók. Hetta er ein løgin ketta, tí hvussu er hon sloppin upp á loftið og hvør eigur hesa kettuna?

Gilbert gerst forvitin eftir at hyggja í myndabókina, men myndirnar eru so løgnar, tí mann sær ikki andlitið á teimum, sum eru á myndini.

Gilbert verður drigin meir og meir at bókini og brúkar meiri og meiri tíð uppi á loftinum. Hann og vinkonan Linn fara saman at kanna ymiskt úr myndabókini.

Tá Gilbert rýmir úr skúlanum eftir, at onkur hevur lisið yrkingina til Linn hart upp í skúlanum, endar hann inni hjá gomlu Gretu. Tað vísir seg, at Greta fær glið á loyndarmálið við vanlukkuni hjá pápa Gilbert. 

Loyndarmálið verður loyst, og hetta vísir seg at vera gott fyri Gilbert og mammuna. 

Lesiringurin við 6. flokki hevur lisið bókina.

Bókin er spennandi og løtt at lesa. Tað eru eisini myndir í bókini.

Høvundur: Laura Trenter. Hon hevur skrivað nógvar krimibøkur til børn og ung. Nakrar av hesum eru: Hjálp! Ránsmenn, Eldur í!, Pápi er politistur, Julian og Jim, Puman

Høvundur: Laura Trenter 2003

Myndir: Katrin Jakobsen

Føroyska útgávan: Bókadeild Føroya Lærarafelags 2009

Perma: Katrin Jakobsen

Upprunaforlag: Tiden, Stokkholm

Upprunaheiti: Fotoalbumet

Týtt úr svenskum: Jón Joensen

Umbrotið, prentað og heft: Føroyaprent, Tórshavn