Matpakkin, eisini á Skúlatrøð

Útgivið tann: 10.apríl 2018

Matpakkin, eisini á Skúlatrøð

Útgivið tann: 10.apríl 2018

Skrivað hevur: Eyðbjørn Jacobsen

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Góðu foreldur og næmingar!

 Sum nakað nýtt hava vit á Skúlatrøð tikið upp samstarv við Gist&Vist um matpakkaskipan í skúlanum. Hetta merkir, at framyvir ber til hvønn skúladag at bíleggja matpakka heimanífrá, sum síðani verður latin skúlanum til matarsteðgin. Bíleggingin skal tó verða avgreidd áðrenn kl. 7:30 um morgunin á matpakkin.fo. Til ber eisini at bíleggja matpakkar fyri fleiri dagar í senn.

Skipanin byrjar mánadagin 16. apríl 2018, men til ber longu nú at bíleggja. Fyrstu ferð skal tú tó stovna teg sum brúkara.

Til ber at lesa meira um skipanina her