Glaslist

Útgivið tann: 20.november 2018

Glaslist

Útgivið tann: 20.november 2018

Skrivað hevur: Eyðbjørn Jacobsen

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Miðlabólkurin á Valskúlanum hevur gjørt eitt innslag um listabólkin: 

 Í dag hava vit verið og vitjað næmingarnar í listabreytini í 10. Flokki. Tey hava tær seinastu vikurnar havt bústað í bygninginum hjá Føroya Handarbeiðsskúla, har tey hava mynda ymisk skap úr glasi. 
Tann, ið stendur fyri listabreytini í 10. Flokki, er Dánjal Danielsen. Vit settu honum nakrar spurningar viðvíkjandi hesum. 
 
Vit høvdu eina samrøðu við lærara teirra, Dánjal Danielsen: 
“Hvussu hevur eydnast at havt Listabreytina?” 
Tað hevur gingið væl, næmingarnir hava verið sera hugaligir og arbeiðssamir. 
 
“Er tað ikki vandamikið fyri næmingar at arbeiða við glasi?” 
Nei, men man skal venja seg við tað, onkur kann kanska smá skera seg inn í millum. 
 
 
“Hvat tey fáa burturúr hesum?” 
Eg vóni, at tey loyva hugflogi og síni skapandi evnir at flúgva 
Næmingarnir hava higartil arbeitt við, træsmíð, leir, málningalist og glaslist. 
 
Vit vóru eisini og spurdu nakrar næmingar í listabreytini, hvussu teimum hevur gingist. 
 
Heðin Baldvinsson 
Dámar tær væl at arbeiða við glasi?  
“Ja, nakað ið øll burdu roynt” 
 
Hvat arbeiðir tú við í løtuni?  
Eg geri jólapynt til jólar.  
 
Hevði tú eggja komandi 10. floks næmingar at komi uppí glaslist? 
Ja, listabreytin er eitt gott upplivilsi, sum eg havi lært nógv av, og eg sigi tað aftur, at øll burdu roynt hetta. 
 
Ingunn N. Olsen 
Dámar tær væl at arbeiða við glasi? 
“Tað er fínt, skorið meg illa, men tað er fínt.” 
 
Hvat hevur tú í huga víðvíkjandi glaslist tíni? 
“Jólagávur til familju, og jólapynt.”  
 
Hevði tú eggja komandi 10. floks næmingar at komi uppí glaslist? 
“Ja, eg haldi at tað er sera stuttligt, og at vit eisini sleppa at gera hetta ókeypis, ger tað eisini meira vert.”  
  

Myndir eru her