Fyri lærara í barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir lærara at byrja á Skúlatrøð 27. februar 2019. Lønarbrotið er 0,8 og starvið er tíðaravmarkað til 27. juni 2019.
Hesar lærugreinar eru á tímatalvuni:
· Føroyskt, kristni, tónleikur, tilevning og tvílærari í 1. fl., 16 t/v
· Enskt í 4. fl., 4 t/v
· Serundirvísing, 2 t/v
Søkt verður eftir lærara, sum:
· dugir at samstarva
· er fyrikomandi
· sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingunum
· hevur áræði til at taka ábyrgd
Lønar- og setanartreytir:
Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. januar 2019 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast við teldupost til: vagn.foldbo@skulin.foella sendast til:
Á Skúlatrøð
att: Vagn Foldbo, skúlastjóri
Postsmoga 260
FO-700 Klaksvík
Nærri kunning um starvið fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo
Verandi skúlaár ganga 721 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 67 lærarar og 8 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.