Flogbørnskapping í 4. flokkunum

Útgivið tann: 9.desember 2018

Flogbørnskapping í 4. flokkunum

Útgivið tann: 9.desember 2018

Skrivað hevur: Berit Norðoy

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í nakrar ítróttartímar hava 4. flokkarnir havt vitjan av Peter Morell og konuni Annu. Tey ferðast runt á skúlar og bjóða ítróttartímar í flogbørnum (kidsvolley). 

Fríggjadagin 07. desembur varð skipað fyri eini kapping ímillum 4. flokkarnir, kappingin eydnaðist sera væl. Sum tit síggja á filminum niðanfyri, so hugnaðu børnini sær óført. Vinnarin av kappingini gjørdist 4.a og skulu tey til eina kapping í Havn tann 26. mars, har tey møta vinnandi flokkunum frá øðrum skúlum.

 

Filmur av facebook síðuni hjá internationala flogbóltssambandinum