Næmingaráðið

Útgivið tann: 10.desember 2018

Næmingaráðið

Útgivið tann: 10.desember 2018

Skrivað hevur: Eyðbjørn Jacobsen

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

7. desembur hevði næmingaráðið sín fyrsta fund, og ráðið hevur skipað seg soleiðis.

 

Formaður: Dávur Heinesen

Næstformaður: Kjartan Isaksen

Skrivari: Rebekka Osberg Højsted

Kassameistari: Sonhard F. Ziskason

Brynjálvur Festirstein Dam og Jógvan Kjølbro: Nevndarlimir

 

Næmingaráðið hevur nøkur mál, sum tey ynskja at arbeiða við. Nýtt innbúgv skal keypast til nýggja skúlan, og hetta ynskir næmingaráðið at hava ávirkan á. 

Eisini varð tosað um skúlagarðin hjá miðdeildini, har ynskiligt er at fáa fleiri ting at spæla við.

Matarsteðgurin er ov stuttur heldur onkur, skúlatímarnir ov nógvir, so spennandi verður at vita, hvat hetta ráðið kemur at útrætta.