Tryggari í skúla

Útgivið tann: 5.januar 2019

Tryggari í skúla

Útgivið tann: 5.januar 2019

Skrivað hevur: Eyðbjørn Jacobsen

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Nú eru ferðsluljósini tendrað við nýggju ferðsluloysina við Skúlatrøð. Harvið er ferðsluloysnin við Gerðagøtu nú endaliga tikin í nýtslu, og kunnu bæði bilar og fólk til gongu nú ferðast tryggari

Eftir at asfaltsarbeiðið varð gjørt síðst í novembur, hevur verið bíðað eftir seinastu smálutunum, so sum skeltum og ljósviðurskiftum, ið vóru endaliga avgreidd í dag. Gerðagøta er ein av mest brúktu vegunum í býnum, bæði til og úr Klaksvíkini, eins og vegurin er sera nógv brúktur av børnum, sum hvønn dag ganga í barnagarði, skúla og til frítíðarítriv; tí er nú avgreidda ferðsluloysnin, við øktari ferðslutrygd og góðum av og ásetingar møguleikum, eitt týdningarmikið stig at betra um farleiðina og samstundis økja um trygdina.