Ungdómsgransking í 9. flokkunum

Útgivið tann: 8.januar 2019

Ungdómsgransking í 9. flokkunum

Útgivið tann: 8.januar 2019

Skrivað hevur: Leivur Vitalis

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

 

Kunning um ungdómsgranskingina - Planet Youth 2018

Í apríl 2013 vóru Jón Sigfusson, deildarstjóri á Rannsóknir & Greining í Reykjavík, og Firous Gaini, mannfrøðingur, í Klaksvík og løgdu fram úrslit av  ungdómsgranskingini “Ungt fólk”, sum er framd í Íslandi síðani 1992 og í Føroyum í 2012.

Síðani vitjanina hevur Klaksvíkar Kommuna samskift við Jón Sigfusson um eitt møguligt samstarv um ungdómsgransking her í kommununi, og í apríl 2014 varð samtykt, at kommunan verður við í ungdómsgranskingini Youth in Europe. Henda gransking verður framd annað hvørt ár. Klaksvíkar kommuna hevur verið við í ungdómsgranskingini í 2016 og so nú aftur í 2019. Ungdómsgranskingin hevur nú fingið heitið “Planet Youth 2018”

Í londunum uttan um okkum er rákið, at gransking liggur til grundar fyri teimum inntrivum, sum verða sett í verk. Eitt tað mest týdningarmikla við granskingini er, at vit fáa møguleika til at fara frá at gita til at vita.

Í stuttum snýr tað seg um at útvega kvalifiseraða vitan um, hvussu trivnaðurin hjá ungdóminum er. Eitt nú hvussu virkin tey eru í skipaðum frítíðarvirksemi, hvussu sambandið er við foreldrini, hvussu skúlatrivnaðurin er, hvussu teirra nýtsla av sigarettum, alkohol og øðrum evnum er, og hvussu hesi tingini hanga saman og ávirka hvørt annað.

Sostatt kann granskingin útvega viðkomandi og týðandi vitan um umstøður, virksemi og trivnað teirra. Um tað vísir seg at verða neyðugt, so skuldi granskingin somuleiðis givið góðar fortreytir fyri at kunna seta í verk neyðug og hóskandi inntriv fyri at betra um trivnaðin og stimbra menningina av ungdóminum í Klaksvíkar Kommunu.

Tonja Sonhardsdóttir er verkætlanarleiðari fyri ungdómsgranskingina í Klaksvíkar Kommunu, sum verður skipað í samstarvi við íslendska granskingarstovnin og við skúlaleiðsluna.

Kanningin fer fram 10. januar 2019. Næmingarnir í 9. flokkunum á Skúlatrøð fáa tá spurnarblað at fylla út.

 

Granskingarúrslitini fyriliggja vanliga umleið 3 mánaðar eftir, at kanningarnar eru gjørdar, so tey geva eina rímiliga feska mynd av her og nú støðuni. Tá fáa skúlarnir og avvarðandi myndugleikar eina skrivliga frágreiðing um úrslitini.

Sostatt kann roknast við, at úrslitið av hesi kanningini verður greitt og kann leggjast fram í apríl 2019.