Klára - 2. pláss til FM í íverksetan

Útgivið tann: 5.mars 2019

Klára - 2. pláss til FM í íverksetan

Útgivið tann: 5.mars 2019

Skrivað hevur: Leivur Vitalis

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Fríggjadagin var stórt tiltak í Norðurlandahúsinum, har framhaldsdeildir í Føroyum kappaðust um heiðurin sum besta íverksetara fyritøka.

Ein bólkur á Skúlatrøð var við í kappingini, og fingu tey eitt flott 2. pláss. Bólkurin var nevndur Klára, og hugskotið tey høvdu arbeitt við var andlitskrem við úrdrátti av hjálpirót. Til sjálva finaluna høvdu tey gjørt eitt frumsnið av innpakninginum, ið var ílat gjørt úr malagróti. Eisini høvdu tey framleitt royndir av sjálvum andlitskreminum.

Vit ynskja teimum fýra í bólkinum, Lea Jógvansdóttir, Malena Olsen, Maria Josephsen og Poul Jacob Christiansen hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum