Listavika í Valskúlanum

Útgivið tann: 26.apríl 2019

Listavika í Valskúlanum

Útgivið tann: 26.apríl 2019

Skrivað hevur: Leivur Vitalis

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Seinastu tíðina, hava næmingar í Valkúlanum havt árligu listavikuna.


Seinastu árini hevur verið skipa fyri listaviku í Valskúlanum. Valskúlin er 10. flokkur á Skúlatrøð. Endamálið við listavikuni er at geva næmingum listarligar upplivingar og avbjóðingar, og at lata upp fyri møguligum nýggjum áhugamálum. Í ár kundu næmingarnir velja millum tónleik, bátasmíð, træ/horn list, málningalist, fotolist og filmslist. Vanlig er eisini at hava serkøn listafólk, at leggja næmingunum lag á. Í ár var onki undantak, og fingu næmingarnir góða og holla vegleiðing frá Mariu Mørkøre í málningalist, Hans Edwardi Andreasen í tónleiki, Eybjørn Jacobsen í fotolist, Jóhan Thomsen í filmslist og Ólavi Sjúrðaberg og Tummas Joensen í træ/horn list og bátasmíð.

Ein avbera spennandi og mennandi vika hjá næmingunum í Valskúlanum.

Niðanfyri er stuttfilmur, ið næmingar í filmslist hava gjørt.