Lærarastørv á Skúlatrøð 2019/2020

Útgivið tann: 6.juni 2019

Lærarastørv á Skúlatrøð 2019/2020

Útgivið tann: 6.juni 2019

Skrivað hevur: Eyðbjørn Jacobsen

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

 
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2019: 
2 føst lærarastørv 
10 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2019/2020, vegna farloyvi, lækkað tímatal og avlopstímar 

Søkt verður eftir lærarum, sum: 
vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans 
duga at samstarva  
eru fyrikomandi  
sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum  
tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini 
hava áræði til at taka ábyrgd 

Lønar- og setanartreytir: 
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2  samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. 

Umsóknir: 
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 20. juni 2019 kl. 12.00. 
Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo, ella sendast til: 

Á Skúlatrøð 
att: Vagn Foldbo, skúlastjóri 
Postsmoga 260 
FO-700  Klaksvík 
 
Nærri  kunning um størvini fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo 
Komandi skúlaár ganga 720 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 67 lærarar og 8 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.