Námsfrøðiligir stuðlar á Skúlatrøð

Útgivið tann: 11.juni 2019

Námsfrøðiligir stuðlar á Skúlatrøð

Útgivið tann: 11.juni 2019

Skrivað hevur: Eyðbjørn Jacobsen

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Søkt verður eftir námsfrøðingum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/20:

· 2 størv uml. 990 árstímar (setanarbrot 0,56) í sertilboði

Førleikakrøv:

Námsfrøðingur ella royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Harafturat leggja vit dent á, at námsfrøðiligu stuðlarnir:

· vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans

· duga at samstarva

· eru fyrikomandi

· sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum

· hava áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru sáttmálasett og verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini verða flokkað í 13, 15, 17, 19 og 21. Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-8.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. juni 2019 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast umvegis teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo ella sendast til

Á Skúlatrøð

att: Vagn Foldbo, skúlastjóri

Skúlavegur 6

FO-700 Klaksvík

Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. nr. 780202, ella senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo

Komandi skúlaár ganga 720 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 67 lærarar og 8 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum