Fyrilestur við heimskendum granskara

Útgivið tann: 22.august 2019

Fyrilestur við heimskendum granskara

Útgivið tann: 22.august 2019

Skrivað hevur: Gunrið Kallsberg

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Børn og talgildir miðlar

Ókeypis fyrilestur í Klaksvík við heimskendum granskara

Heimskendur granskari hevur fyrilestur um børn og talgildar miðlar á Skúlatrøð í Klaksvík 2. septembur 2019 

Í sambandi við at Manfred Spitzer, Prof., dr.med. & dr.phil., kemur til Føroyar í septembur, bjóðar Norðoya Sparikassi saman við Grit øllum lærarum, námsfrøðingum, foreldrum og øðrum áhugaðum at lurta eftir heimskenda granskaranum ókeypis.

Manfred Spitzer er ein teirra, sum hevur granskað allarmest í, hvussu talgildir miðlar ávirka innlæringina og sosialu, kognitivu, kropsligu og sálarligu menningina hjá børnum og ungum, og hann ferðast kring allan heimin við sínari vitan og gransking. Seinastu árini hevur stórur dentur verið lagdur á at talgilda skúlar og barnagarðar, eins og nýtslan hjá børnum og ungum er økt munandi. Men hvørjir fyrimunir og vansar eru við talgildingini, tá tað snýr seg um okkara børn? Og hvussu kunnu vit á besta hátt fyrireika børnini til eina talgilda framtíð? M.a. hesi evni viðger granskarin á fyrilestrinum, sum verður á Skúlatrøð mánakvøldið 2. septembur 2019 kl. 19.00.

Hóast fyrilesturin er ókeypis, er neyðugt at tekna seg til fyrilesturin við at senda ein teldupost til grit@grit.fo. Tað er avmarkað pláss.

Manfred Spitzer er víðagitin heilagranskari, men harumframt er hann lærari, sálarfrøðingur og psykiatari. Hann er leiðari á Psychiatriche Universitätsklinikk í Ulm og hevur skrivað eina rúgvu av bókum um heilan, hvussu menniskjan lærir, hvussu tónleikur og ítróttur menna heilan, og hvussu talgildir miðlar ávirka innlæring og uppmerksemið. Bøkur hansara um m.a Digitale Demenz, Cyberkrank, Lernen og The Smartphone Epidemic eru týddar til fleiri ymisk heimsmál. Hann hevur sína egnu sjónvarpssending á ARD Alpha, ið kallast Geist und Gehrin, har hann greiðir frá nýggjastu heilagranskingini um læring, tunglyndi, einsemi, uppmerksemi o.s.fr.

Fyrilestrarnir hjá Manfred Spitzer eru kendir fyri at vera granskingargrundaðir, skemtiligir og provokerandi.

Fyrilesturin verður á enskum, og møguleiki verður eisini at seta honum spurningar aftaná.