Barnaval á bókasavninum

Útgivið tann: 27.august 2019

Barnaval á bókasavninum

Útgivið tann: 27.august 2019

Skrivað hevur: Gunrið Kallsberg

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Barnaval á Klaksvíkar bókasavni!

Barnaval er eisini útskrivað á Klaksvíkar bókasavni.
Vallyftini eru fjølbroytt, tey snúgva seg m.a. um kelidjór, klemm, smákykt og songartíðir, og valevnini eru kend frá barnabókunum.
Mánadagin 26. august verður atkvøðukassin settur upp á bókasavninum, og tað fer at bera til at atkvøða fram til 30. august, tá barnavalstaðið letur aftur. Valseðil fæst á valstaðnum, og fyri at hava valrætt skal man vera ómyndigur og í mesta lagi 12 ár.


Í tíðini upp til valið fara valevnini at seta upp valplakatir á bókasøvnunum og nærhendis.
Endamálið við barnavalinum er at introdusera børnini til demokratisku tilgongdirnar á stuttligan hátt, samstundis sum ljós verður varpað á barnabókmentir.
Valnevndin vónar, at valluttøkan verður góð, av tí at hetta er ein fortreyt fyri eitt umboðandi valúrslit. Vinnandi valevnið fer at fáa ávirkan á bókasavni komandi tíðina.