Tað musiska menniskjað

Útgivið tann: 5.september 2019

Tað musiska menniskjað

Útgivið tann: 5.september 2019

Skrivað hevur: Gunrið Kallsberg

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Tað musiska menniskjað var heitið á fyrilestri hjá Jon-Roar Bjørkvold í miðhøllini á Skúlatrøð í dag kl. 13.15.

Fyrstu ljóðini hoyra vit í móðurlívi og seinastu ljóðini hoyra vit í deyðsstundini. Ljóð og tónleik brúka vit í neyð og gleði og vit brúka hesi at skapa við. Jon-Roar vísti eisini á, at vit hava sang í røddini, í kenslunum og í kropsmálinum, og sangur hevur sostatt eisini stóran týdning fyri lærandi umhvørvið.
Læring er treytað av gleði, opinleika, áliti, vónum, bilsni, rørslu og orku og sangur inniheldur alt hetta.

Við sangi og tónleiki mennist menniskjað sosialt, kensluliga og kropsliga.

http://skulatrod.fo/?p=17