Heimsmálini og barnarættindi

Útgivið tann: 8.oktober 2019

Heimsmálini og barnarættindi

Útgivið tann: 8.oktober 2019

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í 8. flokki hava næmingarnir arbeitt við teimum seytjan heimsmálunum um burðardygga menning hjá Sameindu Tjóðum og við barnarættindum. Hetta varð gjørt í føroyskum og enskum.

Fyrst varð støðið tikið í temasíðuni á Snar og heimasíðuni Sustainable Development Goals hjá ST. 

Tosað varð um málini og um, hvørji mál eru viðkomandi fyri okkum í Føroyum. Næmingarnir nevndu t.d. málini Góð heilsa og vælferð, Dygdargóð útbúgving, Burðardygg orka, Veðurlagsátøk og Lívi í havi. Hesi eru møguliga viðkomandi fyri lívið hjá okkum.

Fleiri vístu á, at øll málini kanska ikki hava eins stóran týdning fyri føroyingar, men tó eru fleiri viðkomandi. T.d. hava vit øll reint vatn og rætt til útbúgving. Tosað varð tó um, at allir føroyingar t.d. ikki hava sama rætt til góða og mennandi útbúgving, og trupult er at fáa javnstøðuna millum kynini.

Út frá tankunum um heimsmálini varð eisini tosað um barnarættindi. Hvørji rættindi hava børn og ung, sum, saman við heimsmálunum, kunnu geva teimum eitt gott barnalív.

Her varð vitjað á heimasíðuni hjá Barna umboðsmanninum og hjá Bláa Krossi.  

Tey gjørdu uppsløg um góða barnalívið. Tað, tey peikaðu á, var millum mangt annað at hava vinir, at spæla ljóðføri, at vera mettur og heitur, at íðka, at ganga í skúla, at eiga eina Iphone og spæla telduspøl.

Myndir her.

Millum annað varð eisini hugt eftir hesum stuttfilminum um heimsmálini.