5. flokkur og Droya Drós á bókasavninum

Útgivið tann: 9.oktober 2019

5. flokkur og Droya Drós á bókasavninum

Útgivið tann: 9.oktober 2019

Skrivað hevur: Gunrið Kallsberg

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Tá børn og næmingar upp til 12 ár kundu velja sín yndispersón í føroyskum barnabókmentum, vann Droya Drós valið. Hon lovaði til valið, at hon vildi arbeiða fyri, at veljararnir skuldu sleppa undan skúlatingum. Fyri at veljarin skuldi kenna seg hoyrdan, so varð vallyftið hildið fyri ein tíma. Næmingarnir í 5. flokki vóru bodnir á bókasavnið at hoyra søguna Fríðkanarstovan hjá Droyu Drós, sum er í nýggjastu bókini Herviligi Henry og Andskræmiligi kavamaðurin. 

Nakrar myndir eru her