Kjarrvongur vitjar

Útgivið tann: 22.november 2019

Kjarrvongur vitjar

Útgivið tann: 22.november 2019

Skrivað hevur: Eyðbjørn Jacobsen

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Hósmorgunin kom róp í eini skúlastovu, tá 3.d sá okkurt óvæntað standa á rútinum. Í fríkorterinum runnu tey út at hyggja nærri og mín sann, her stóð ein stórur heygsmaður. Tað er ikki so lætta at siga neyvt just hvat slagið er, so nú var at kannað. Vit tóku hann inn, so vit betri kundu av mynda hann. Lærarin setti seg so í sambandt við Jens Kjeld, sum er serfrøðingur og hann kundi staðfesta, at hetta var ein Kjarrvongur. 
Kjarrvongur er sera sjálsamur í Føroyum og er hetta kanska fyrstu ferð hann er sæddur í Klaksvík. Jens Kjeld sigur, at tá hann hevur verið sæddur í Føroyum áður, hevur tað verið í tíðarskeiðinum 27.mars - 4.nov. Vit sóðu hann 21.nov, so tað er eisini fyrstuferð. 
Sigast kann at hetta hevur verið ein stuttlig undranarferð hjá okkum øllum. Kjarrvognurin hevur tað gott. Hann hevur fingið frugtsukur at eta og verður sleptur út í skýmingini í kvøld. 

Vit takka Jens Kjeld fyri upplýsingar og næmingunum fyri forvitni og áhuga. 


Her eru myndir av kjarrvonginum