Rithøvundavitjan í høllini

Útgivið tann: 22.november 2019

Rithøvundavitjan í høllini

Útgivið tann: 22.november 2019

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í dag var rithøvundurin, yrkjarin, tónleikarin og lærarin Steintór Rasmussen á vitjan í 8. a og d. Tí seinastu tímarnar hava næmingarnir tosað um yrkingar. Serliga hevur verið tosað um innihald, rím, bókstavarím og myndir.

Steintór var boðin á gátt at segði frá, hvussu hann arbeiðir við at yrkja, og hvussu hann t.d. fær íblástur. Nógvar yrkingar vóru at tosa um, og hann tók nakrar úr rúgvuni. Millum aðrar Føroyar, Rósa, Hvítar flykrur og Kom aftur Jesus.

Hann segði frá ymiska innihaldinum, huglagnum og um evni at siga frá tí, mann hugsar um, og at duga at bera fram ein boðskap, sum fangar.

Ein áhugaverd vitjan og vit takka Steintór fyri vitjanina. 

Um tú hevur áhuga at arbeiða við yrkingum, so gevur snar.fo eitt boð uppá, hvussu ein kann byrja væl. 

Les yrkingina fleiri ferðir ígjøgnum.
• Les hana innantanna og les hana upp
• Kanna ókend orð í orðabók
• Greina fløkjasligar setningar

Um tekstin
Greið frá tí, sum tú veitst um yrkingina, so sum
• hvør hevur skrivað hana
• nær hon er skrivað og givin út
• forlagið, sum gav út
• hvørjum hon er ætlað (móttakari)
• hvør ætlanin er við henni (slag av yrking og endamál)

Kjarnin
Greið frá, hvør kjarnin í yrkingini er (t.e. innihaldið stytt til fáar reglur).

Bygging og innhald
• Hvussu er yrkingin bygd upp ella sett saman? (Er hon t.d. býtt upp í ørindi, ella
er hon ein heild?)
• Er hon klassisk ella modernað?
• Er yrkingin lýrisk ella episk ella bæði?
• Hvat verður yrkt um? T.d. kenslur, huglag, fosturlands- ella náttúrualsk,
persónar, persónlig sambond, politikk, samfelagslig viðurskifti, átrúnað, ella
sigur yrkingin kanska eina søgu?
• Hvat sigur heitið á yrkingini um innihaldið?
• Minst til at kanna endan á yrkingini. Har sæst ofta ein samanumtøka ella ein niðurstøða.

Røddin í yrkingini
• Er røddin óbeinleiðis (eingin persónur) ella beinleiðis til staðar í yrkingini t.d. sum eitt eg ella sum ein 3. persónur hon ella hann?
• Vendir frásøgufólkið sær beinleiðis til lesaran ígjøgnum eitt tú?

Tíð og stað
• Kanna, um yrkingin er knýtt til ávísa tíð ella tíðarskeið.
• Kanna, um yrkingin er staðbundin.

Snildir og mál
• Eru rím í yrkingini?
• Eru endurtøkur av ávísum orðum ella setningum?
• Hvørjar orðaflokkar er dentur lagdur á?

Eru serlig orð í yrkingini?
• Eru jalig ella neilig orð, ið hava týdning? T.d. lýsingar-, navn- ella sagnorð
• Hava orðini hjátýdningar? Ella eru tey ítøkilig?

Er myndamál nýtt í yrkingini?
• Myndburðir?
• Samanberingar?
• Sálarkveiking?
• Persónsgerð?
• Ímyndir (symbol)?

Eru mótsetningar í innihaldinum?
Gev tær far um grafisku myndina.
Kanna teknsetingina. Er hon vanlig?
Hvat skapar rytmuna í yrkingini?

Tulking og tema
Tak saman um tað, sum tín greining vísir. Vert er at geva hesum serligan ans, tá ið tú tulkar:
• Heitið á yrkingini
• Hjátýdningar, ið eru knýttir til serlig orð
• Myndamál, ið kann skiljast í fluttari merking
• Mótsetningar og stríð
• Samanbrestir og tvídráttir
• Hvat snýr yrkingin seg í veruleikanum um?

Millumtekstleiki
Er nakað millumtekstasamband í yrkingini?
Kennir tú aðrar tekstir (søgur, myndir, filmir ella annað), ið viðgera sama evni? Greið frá teimum.

Boðskapur/hugburður
Hevur yrkingin ein serligan boðskap til lesaran?

Tín hugsan
Hvat heldur tú um hesa yrkingina? Gev grundir fyri tínum sjónarmiðum.
Er yrkingin viðkomandi fyri okkum í dag? Hví/hví ikki?

Góðan arbeiðshug :)