Hvat droymir tú?

Útgivið tann: 26.november 2019

Hvat droymir tú?

Útgivið tann: 26.november 2019

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Næmingarnir í 3. flokki arbeiða í bókini "Kom og skriva", har millum mangt annað verður arbeitt við at sansa og sveima. Tey skulu skriva og brúka hugflogið. Hugsað verður um huglag, tey skulu finna sansiorð og hugsa um alt, sum hevur við sansirnar at gera. At hoyra, síggja, føla, smakka og lukta.

Tey skulu skriva, skriva og skriva.

Fríggjadagin arbeiddu tey við deymum, tí sagt verður, at vit droyma í myndum. Dreymar kunnu vera løgnir, óhugnaligir, stuttligir, býttisligir, marrukendir og so framvegis.    

Tey vóru fyrst spurd:

  • Minnast tit tað, tit droyma?
  • Hvat droyma tit um?
  • Líkjast tykkara dreymar?

Prátið gekk væl, og tey tímdu væl at lurta, tá ið sagt varð frá ymiskum dreymum.

Fleiri myndir frá degnum her.

Spennandi, ha? Tú hevur kanska hug at royna hetta? :)