ABC barnahjálpin á vitjan

Útgivið tann: 29.november 2019

ABC barnahjálpin á vitjan

Útgivið tann: 29.november 2019

Skrivað hevur: Eyðbjørn Jacobsen

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

3.flokkarnir fara at savna pening inn til ABC barnahjálpina. Týsdagin høvdu vit vitjan av umboðum fyri barnahjálpina, sum greiddu frá arbeiðinum. Rúna, Sára og Markus vístu okkum myndir og filmar, og Gunnvá úr 6.a segði frá, hvussu hon, sum 7 ára gomul sjálv fann uppá at savna pening til ABC.
Sera áhugavert og læruríkt at hoyra tey siga frá og vísa myndir, sum tey sjálv hava tikið.
Markus, sum er 11 ár vísti okkum ein film, sum hann sjálvur hevur gjørt um túrin í Kenja, har hann saman við mammu sínu Sáru, vitjaði ymisk støð, har ABC barnahjálpin hevur hjálpt. Okkara innsavning byrjar 2.des og endar 17. des