Lærarastarv á Skúlatrøð

Útgivið tann: 18.desember 2019

Lærarastarv á Skúlatrøð

Útgivið tann: 18.desember 2019

Skrivað hevur: Eyðbjørn Jacobsen

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Fyri lærara, sum fer úr starvi, verður søkt eftir lærara at byrja á Skúlatrøð 6. januar 2020. Lønarbrotið er uml. 0,8 og starvið er tíðaravmarkað til 26. juni 2020. 


Hesar lærugreinar eru á tímatalvuni: 
Støddfrøði og Náttúra&Tøkni í 6. fl., 8 t/v 
Støddfrøði og Alisfrøði í 7. fl., 7 t/v 
Træsmíð í 6. og 9. fl. 4 t/v 
Miðfirrað serundirvísing 3. t/v 

Søkt verður eftir lærara, sum: 
dugir at samstarva  
er fyrikomandi  
sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingunum  
hevur áræði til at taka ábyrgd 

Lønar- og setanartreytir: 
Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2  samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. 

Umsóknir: 
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 1. januar 2020 kl. 12.00. 
Umsóknir skulu sendast við teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo ella sendast til: 


Á Skúlatrøð 
att: Vagn Foldbo, skúlastjóri 
Postsmoga 260 
FO-700  Klaksvík 
 
Nærri  kunning um starvið fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo 
Verandi skúlaár ganga 730 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 67 lærarar og 8 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum