Ongantíð aftur fólkadráp

Útgivið tann: 29.januar 2020

Ongantíð aftur fólkadráp

Útgivið tann: 29.januar 2020

Skrivað hevur: Eyðbjørn Jacobsen

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Undir heitinum “Ongantíð aftur” vóru Nám og Amesty International Føroyar, saman við 8. og 9. fl. í KFUM&K ein dubulttíma við fyrilestrum um Holocaust og fólkadráp.

Orsøkin er, at liðin eru 75 ár síðan týningarlegurnar Auschwitz-Birkenau vórðu fríaðar, og í ár er fyrstu ferð, at altjóða dagur til minnis um Holocaust verður hildin í Føroyum 27. januar, soleiðis, sum Føroya løgting hevur samtykt. Álagt er Námi at skipa dagin, sum verður hildin um hetta mundið á hvørjum ári.

Róland og Elsa í Skorini, høvdu fyrilestur um Holocaust, og Elsa greiddi frá eini gentulagnu, sum hóast allan ræðuleikan endaði væl. Eisini tosaði Heini í Skorini um fólkadráp í nýggjari tíð og um mannarættindi.

Vístir vóru tríggir nýggir føroyskir stuttfilmar, sum Nám hevur gjørt um Holocaust á temasiðuni á undirvísingarportalinum Snar.

Sera væl uppsettur og gjøgnumførdur fyrilestur, sum rúnabant allar næmingarnar. Myndir og talvur vóru talandi og vístu ein ómetaliga umráðandi søguligan veruleiki, sum skal berast víðari!

Lagt varð upp til, at næmingarnir skriva uppgávur um eitt alla annað evni, sum viðvíkir Holocaust.

Myndir liggja her