Eygleiðari við spurdómum

Útgivið tann: 5.februar 2020

Eygleiðari við spurdómum

Útgivið tann: 5.februar 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Seinastu mánadagarnar hevur 8. flokkur, eins og 5. og 7. flokkur, havt vitjan av Caroline, sum lesur til lærara í Danmark. Hon hevur valt at hava kristni sum linjulærugrein og valdi í tí sambandi at koma til Føroyar at skriva eina av uppgávunum.  

Fyrst og fremst skuldi hon eygleiða flokkin, læraran og undirvísingina sum heild. Eisini fregnaðis hon hjá næmingunum um, hvat teir meintu um lærugreinina, hvussu teir vóru motiveraðir, hvørja ávirkan teir sjálvir høvdu á undirvísingina o.s.fr. Eisini spurdi hon lærararnar um arbeiðið og uppgávuna sum kristnilærari.

Nú skal hon so seta orð á eygleiðingarnar í uppgávu, sum hon skjótt skal lata inn.

Vit takka Caroline fyri vitjanina og ynskja henni góða eydnu við uppgávuni.