Sagnir sum teknirøðir

Útgivið tann: 6.februar 2020

Sagnir sum teknirøðir

Útgivið tann: 6.februar 2020

Skrivað hevur: Gunrið Kallsberg

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Skapandi og lærandi løta á bókasavninum

Næmingarnir í 5. flokki hava í vikuni verið á bókasavninum til hugna og kreativitet í tveir undirvísingartímar. Evnið var skaldskapur av mannamunni. Næmingarnir fingu eina einfalda frágreiðing um, hvat skaldskapur av mannamunni merkir, hvat tað snýr seg um og hvørji tekstasløg koma undir henda skaldskap. Tá uppleggið um skaldskap av mannamunni var liðugt, varð ein søgn lisin, og næmingarnir fóru síðani í bólkar at gera eina teknirøð um tilburðirnar í søgnini, sum talaðu til teirra.

Sum tit síggja á myndunum, fingu næmingarnir nógv burturúr løtuni. Stuttligt, at kunna seta myndir á sagnir, sum sjáldan eru at hoyra og mest sum liggja niðurgravaðar. Tær koma til lívs við hesum myndunum.

Hesin hátturin er góður til at venja evnini at ímynda sær persónar, hendingar og umhvørvið, tá ein hoyrir søgu. Eisini er hetta ein góð venjing at venja minnið.

Fylgið gongdini á myndunum her