Eg kendi mær ein ríkmann

Útgivið tann: 11.februar 2020

Eg kendi mær ein ríkmann

Útgivið tann: 11.februar 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Nú føstan stundar til, er nógv virksemi millum næmingar og lærarar at læra kvæði, skjaldur, ramsur og rímur. Eisini verður kvøtt og arbeitt øðrvísi við ynski um, at áhugin fyri tí, sum hesi tekstasløg siga frá, verður kveiktur. 

3. flokkur hevur seinastu tímarnar arbeitt við "Eg kendi mær ein ríkmann". Tey hava arbeitt í verkstøðum, har tey gjørdu ymiskar mállæruuppgávur, sum høvdu við tekstin at gera. Síðani málaðu næmingarnir tey ymisku djórini o.a. á páppír, sum nú hongur úti í gongini á Skúlatrøð.

Fleiri myndir her.

Lurta her eftir "Eg kendi mær ein ríkmann".

Eg kendi mær ein ríkmann, ein ríkmann
Eina hønu gav hann mær – skrukk segði hønan
Ein hana gav hann mær – kokkularakó segði hanin
Ein trana gav hann mær – trú, trú segði tranin
Eina gás gav hann mær – kvinki, kvinki segði mín gás
Eitt svín gav hann mær – rín, rín segði mítt svín
Eina ær gav hann mær – mæ, mæ segði mín ær
Eina kúgv gav hann mær – bú, bú segði mín kú
Ein prest gav hann mær – buks, buks segði mín prest
Ein hest gav hann mær – tummana, tummana segði mín hest

Mánadagin 24. februar fara næmingar og lærarar upp á gólv, tá ið árligi kvæðadagurin verður á Skúlatrøð.