Hvør var Valentinus?

Útgivið tann: 13.februar 2020

Hvør var Valentinus?

Útgivið tann: 13.februar 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Valentinsmessa verður hildin 14. februar. Dagurin er gamal og er bæði broyttur og mentur ígjøgnum tíðirnar. Hetta er dagurin, tá ið pør vísa hvør øðrum kærleika. Tey kunnu ítøkiliga senda kort ella geva eina gávu fyri at vísa, at tey eru góð hvør við annan.

Vitanin um Valentinus er ikki stór, men í miðøld vóru nógvar søgur skrivaðar um hann. Halgisøgan um Valentinus sigur, at hann var prestur og livdi í 3. øld. Hann livdi um somu tíð sum Klaudius 2. Klaudius var heiðin keisari og vildi einki hava við kristindóm at gera. Hann vildi hava Valentinus at venda sær til heiðinskap. Tá ið keisarin noktaði hermonnum at gifta seg, av tí at teir skuldu vera góðir hermenn og ikki vera órógvaðir av kvinnum, gifti Valentinus teir í loyndum. Hetta mátti Valentinus seinni líða martýrdeyðan fyri.

Men hví skriva vit vanliga kort á valentinsmessu? Jú, tí ein av mongu søgunum um Valentinus vil víðari vera við, at ímeðan Valentinus sat í fangahúsi og bíðaði eftir dóminum, kom dóttir fangavaktaran ofta við mati til hansara. Har fingu tey møguleika at vera og tosa saman. Sum tíðin leið, gjørdust tey góð hvør við annan. Úr fangahúsinum skrivaði Valentinus gentu síni eitt kort, áðrenn hann doyði 14. februar. Í kortinum segði hann henni, hvussu góður hann var við hana. Og síðani tá hava pør 14. februar sent hvør øðrum brøv ella kort fyri at vísa kærleika.

Í 3. flokki hava tey nýtt høvið at tosa um søguna um Valentinus og arbeitt við evninum kærleiki. Út frá søguni, sum jú er ein kærleikssøga, varð tosað um, hvat kærleiki er, hvussu vit kunnu vísa kærleika, hvønn vit elska o.s.fr. Næmingarnir tosaðu eisini um ymisk jalig orð, sum tey kundu lýsa hvønn annan við og skrivaðu orðini á reyð hjørtu, sum tey hava í floksstovuni sum eitt hjartatyssi.

Her sært tú fleiri myndir.

Sjálvsagt gjørdu tey eisini kort, sum tey teknaðu á, og skrivaðu eina fitta heilsan til teirra kæru. Tí tað at skriva kort hoyrir á ein hátt valentinsmessu til.

Um tú hevur hug at skriva eitt kort til onkran, sum tú er góð/ur við, so átti tú kanska at gjørt tað <3