Microbit í 5. flokki

Útgivið tann: 14.februar 2020

Microbit í 5. flokki

Útgivið tann: 14.februar 2020

Skrivað hevur: Gunrið Kallsberg

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í náttúru og tøkni arbeiðir 5. flokkur við microbit. Næmingarnir forrita á telduni og flyta forritanina yvir á eitt microbit.

Næmingarnir fingu uppskriftir uppá at gera ein hitamátara, og síðani fingu teir perur at lýsa. Sum tit eisini síggja, so hava teir eisini gjørt ljóskurvar við grønum, gulum og reyðum ljósi. Eisini royndu teir at vera kreativir og leggja ljóstekst inn við eini heilsan í og so koyrdi teksturin.

Hetta er nakað, sum flestu næmingar vísa áhuga. Teir eru heilt hugtiknir í uppgávuni.

Næmingarnir arbeiða saman í bólki, teir læra av hvørjum øðrum og fáa roynt evnini hjá hvørjum øðrum í tilgongdini at skapa eitt úrslit.

Tveir tímar gingu ógvuliga skjótt og næmingarnir vildu treyðugt gevast.

Myndir liggja her