Brennivargurin

Útgivið tann: 8.mars 2020

Brennivargurin

Útgivið tann: 8.mars 2020

Skrivað hevur: Gunrið Kallsberg

Tíðindabólkar: Bókahillin

Kanska ivast tú í, hvørja bók tú skalt lesa. Um tú gongur í 4.-8. flokki, so kann eg kanska geva tær eini ráð. Tí seinastu vikurnar hava vit í flokkinum lisið krimibókina Brennivargurin eftir Jógvan Isaksen.

Brennivargurin gongur fyri seg í Havn og snýr seg um tveir dreingir, ið eita Kári og Rói. Teir ganga í 6.d í Kommunuskúlanum og eru kúllasligir og dáma at arga læraran. Lærari teirra er eitt sindur strangur og verður kallaður Bendingar Bartal, ella B-B. Hann verður kallaður soleiðis, tí hann elskar at benda tey veikt bendu kvennkynsorðini.

Søgugongdin byrjar við, at Rói og Kári hava hug at hevna seg inn á Bartal og seta eld á húsini hjá honum, men síðani vendir søgugongdin. Vit hoyra, at tað hevur verið ein brennivargur úti í býnum, og politiið hevur roynt at fanga brennivargin í fleiri vikur. Tí ætla Kári og Rói og tvey vinfólk, Magnus og Beinta, nú at fanga brennivargin.

Hetta kann geva teimum álvarsligar trupulleikar.

Brennivargurin er ein krimisøga, sum er sera spennandi, stuttlig og lætt lesilig. Tað var onkuntíð trupult at leggja bókini frá mær, tí eg hevði hug at fara til næsta kapittul fyri at vita, hvat fór at henda.

Rithøvundur er Jógvan Isaksen (1950-). Bókin hevur 32 spennandi kapittlar og telur 132 blaðsíður.

Høvuðspersónarnir í bókini eru Kári og Rói. Kári er 12 ár og býr í Havn. Hann er djarvur og ikki bangin fyri nøkrum, og er sera kvikur og hugsar skjótt. Hann hevur ljóst hár, dámar væl Old School tónleik, og gongur í leðurjakka. Eisini kemur tað fram í bókini, at Kári hevur gott eyga á Beintu.

Rói er 12 ár og býr í Havn. Hann er eitt sindur kúllasligur, men eisini róligur og er ikki líka djarvur sum Kári. Honum dámar sera væl at lesa bøkur, serliga um Sherlock Holmes. Eisini dámar honum at smíða og saga. Hann hevur eisini gott eyga á Beintu.

Aðrir persónar, sum eru nevndir í bókini, eru Beinta, Magnus, bendingar-Bartal og foreldrini hjá Kára og Róa.

Beinta er 12 ár og býr í Havn. Hon er sera vøkur. Hon hevur brún eygu og myrkt hár. Genturnar í flokkinum kallað hana fyri illa-Beinta, tí hon gerst lætt súr. Bæði foreldrini hjá Beintu eru sakførarar.

Magnus er 12 ár og býr í Havn. Hann er sterkast í flokkinum.

Bendingar-Bartal er ein eldri lærari. Hann hevur svart krúllut hár. Hann er sera strangur og illsintur, og honum dámar væl veikt bend kvennkynsorð. Bendingar-Bartal er giftur. Tey bæði eru ikki nógv saman, uttan tá ið tey eru til jarðarferð.

Foreldrini hjá dreingjunum eru ymisk. Foreldrini hjá Róa eru eitt sindur gomul og løtt at lumpa, og hartil eru foreldrini hjá Kára ung og meira bestemt.

Bókin hevur nógv spennandi evni, so sum krimi, spenning og skemt. Soleiðis, sum rithøvundirin hevur valt at lýsa persónarnir, dámar mær sera væl. Man kann ímynda sær persónarnar ordiliga væl, hvussu teir eru, og hvussu teir síggja út, o.a.

Alt í alt ein góð og spennandi bók, sum eg vil viðmæla tykkum at lesa, kanska serliga tí hon er løtt og skjót at lesa.

Vár