Kunning - Foreldur hjá næmingum í 1.-3. flokki

Útgivið tann: 13.mars 2020

Kunning - Foreldur hjá næmingum í 1.-3. flokki

Útgivið tann: 13.mars 2020

Skrivað hevur: Leivur Vitalis

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Góðu foreldur hjá næmingum í 1.-3. flokki

Vit hava nú fingið fráboðan um, at Undirvísingarstýrið hevur broytt ásetingarnar um serskipanina viðvíkjandi skúlagongdini hjá 1. - 3. flokki. Nú er arbeiðið hjá foreldrum ikki í sama mun avgerandi fyri, um skúlin skal bjóða undirvísing til tykkara, sum á ongan hátt finna ansing til tykkara børn. Mælt verður tó staðiliga til, at hvør í sínum lagi finnur ansing til síni børn, fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing.

Um tit á ongan hátt finna ansing til tykkara børn, skulu tit senda teldupost til skúlan, skulatrod@skulin.fo innan leygardagin kl 18:00 við grundgeving fyri, hví tørvur er á hesum tilboði.

Skúladagurin hjá hesum næmingum verður frá kl. 8:00-12:00.

Vinaliga Vagn Foldbo, skúlastjóri